#  [Tolerance & Dialog](http://tolerancedialog.blogspot.com/)

Bloggurin hjá N. Jón Ellendersen og sum heitið sigur, er ætlanin, at hann skal
snúgva seg um Dialog & Toleransu - Samrøðu og Tollyndi, men eisini um at tala
søk teirra, sum verða órættvíst viðfarin. Kanska tú eins og eg ert vorðin
troyttur av tónanum í føroyska kjakinum, troytt/ur av at fólk nýta
fjølmiðlarnar at spilla hvønn annan út við at nýta tey samkyndu sum
skálkaskjól. Í øllum føri: Vælkomin, og ver vælkomin at koma við viðmerkingum.

## 10 nóvember 2006

###  [VIT TILNEVNA TEG
"TERRORIST"](http://tolerancedialog.blogspot.com/2006/11/vit-tilnevna-teg-
terrorist.html)

### Tú ert kristin, vit siga: tú hatar samkynd, tí tilnevna vit teg Terrorist.

### Líka leggja vit í um tú ert sekur ella ósekur: Vit tilnevna teg Terrorist.

"Eg óttist hatur teirra. Eg óttist tað, tí tað fer at floyma yvir!"

Soleiðis segði hin dripni, russiski journalisturin, _Anna Politkovskaja_ og
seinastu dagarnar havi eg gjørt hennara orð til míni.

Eg óttist eisini eitt hatur. Eg óttist tað hatrið, sum floymir yvir lítla land
okkara, eitt hatur, sum er reist móti øllum kristnum í landinum og øllum, sum
ikki halda tað sama sum ein sjálvstilnevndur bólkur av meinings- og
trúardiktatorum halda; eitt hatur, sum fjalir seg aftanfyri at vilja teimum
samkyndu væl. Tí havi eg fyrst tríggjar spurningar:

1. Hvat hevur umsorgan fyri samkyndum við eitt brátt ótálmandi hatur móti eini
gamlari konu á Skála, sum sunnukvøld situr í missiónshúsinum og lýður á orðini
av prædikustólinum?

  

2. Hvat hevur umsorgan fyri samkyndum við hatur móti einum ungum dreingi, sum
er á veg inn í Ebenezer, eitt vanligt vikukvøld, tí tað er har hann fær føði
fyri sálina?

  

3. Hvat hevur umsorgan fyri samkyndum at gera við at verja - ella káva útyvir
- hálvar og heilar ákærur um terrorhungrandi kristin, kristin við nazistiskum
tendensum og nú, illgitan um, at Jenis av Rana helst hevur framt blóðskemd út
frá loysnarorðinum: _tjóvur heldur øll stjala.

  
_

Eg eri sera samdur við Torbyrni Jacobsen um, at málið minnir óhugnaliga nógv
um atkvøðufiskarí, men eg haldi Torbjørn átti at hugt nærri at
uppskotsstillarunum, heldur enn bara at skjóta Jenisi í skógvarnar at reka
hetta slagið av fiskiskapi. Í ÚF fekk Finnur Helmsdal at vita, at §266b ongan
praktiskan týdning hevði havt fyri samkynd í DK. Orðini átti løgfrøðingur hjá
Landsforeningen for Bøsser og Lesbiske.

Men Finnur Helmsdal helt, at tað løgfrøðingurin segði, ikki var rætt. Heldur
vildi hann hava greinina broytta, tí so _varð tað bannað at siga ávís orð, sum
standa í Bíbliuni_. Altso: Finnur Helmsdal ætlar sær at brúka eitt ískoyti í
§266b, sum ongan praktiskan týdning fekk fyri tey samkyndu, at skerja
trúarfrælsi hjá teim kristnu í Føroyum.

### Fjalda dagsskráin við §266b

Jú, eg óttist tað hatri, sum fær ávísar persónar at gera hvat sum helst til
tess at skerja trúarfrælsið í Føroyum, eisini at misbrúka tey samkyndu við
eini grein, sum ongantíð fer at verða teimum nakar sum helst bati. Og hví so
tað?

Jú, segði løgfrøðingurin, løgreglan og dómsvaldið aftrar seg við at nýta §266b
og tískil hevur einki rættarmál verið, har greinin hevur verið nýtt, hetta
síðani hon fyri einum hálvum mansaldri síðani sá dagsins ljós í Danmørk. Men
Finnur Helmsdal visti betri enn løgfrøðingurin hjá LBL.

Eg óttist tað hatrið, sum Maud Wang Hansen, Karin Egholm og 200 eggja til!

Eg óttist tað hatrið, sum nýtir sama retorikk, sum eyðkendi Evropu millum 1860
og 1945 og sum endaði við einum óhugnaligum hópdrápi, har jødar, brekað,
vinstrahall, samkynd, Jehova vitni og onnur, sum _vóru ein hóttan móti teirri
Reinu Germansku Rasuni._

### Hin demokratiskt valdi Hitler

Eg óttist tað hatrið, sum fleiri enn 90% av týska fólkinum, stórir partar av
ungarska fólkinum, av danska fólkinum og eisini fleiri føroyingar tóku undir
við. Tað vóru hesi 90 týsku prosentini sum gjørdu, at Hitler varð valdur sum
týskur Ríkiskanslari. Ja, Hitler varð demokratiskt valdur og tað var
demokratiið sum helt honum við valdið frá fyrst í 30unum til mitt í 40unum.
Týska fólkið stuðlaði Hitler allan vegin. Alt annað er umberingar.

Í dag eitur jødin ikki _ein jødi_, men _ein kristin_.

Eg óttist tað hatrið, sum tey samkyndu sjálvi stuðla hóast tey áttu at vita
betri, lærd av ræðuleikunum frá týsku kz-legunum. Men kanska eru tey smittað
av tí hatri, tey samkyndu í Los Angeles hava móti øllum kristnum, móti
hinkyndum og vanliga fólkinum. Eg øtaðist við tá eg sá, hvussu fanatisk tey
eru og hvussu altrá mong teirra eru eftir at syrgja fyri, at børn teirra
eisini gerast samkynd.

### Samkynd stuðla týning av Ísrael

[![](http://photos1.blogger.com/blogger2/4684/4562/320/terrorbosser.png)](http
://photos1.blogger.com/blogger2/4684/4562/1600/terrorbosser.png)Hvar er so
demokratiið, tey samkyndu rópa uppá? Og hvar var demokratiið teir dagarnar, tá
alt Keypmannahavn var útmeiggjað við plakatum við tekstinum: _Bøsser og
Lesbiske for udryddelsen af Israel?_

Jú, eg óttist hetta hatrið, sum modernisman hevur framelska.

Ikki tí, modernisman sum so er ikki ónd, men uttan hana høvdu vit ikki havt
kz-legurnar, uttan hana høvdu Stalin og Mao ikki megnað at kúgað hundraðtals
milliónir av kinverjum og russarum. Uttan modernismuna hevði einki apartheid
verið møguligt, tí við modernismunar tøkniligu frambrotum, fekk óndskapurin
tey skræddaraseymaðu amboðini at halda eygað við einum heilum fólki, at røkka
einum heilum fólki og at heilavaska eitt heilt fólk. _(grundgevingin kemur
seinni)_

### Páhalds diktatorarnir

Modernisman hevur eisini gjørt dagsins menniskju til eitt slag av "páhalds-
diktatorum". Ístaðin fyri at gera sær ómak, at eftirkanna, at lesa søguna,
kanna søguna, heimspekina og stóru rithøvundarnar, so fer dagsins menniskja
inn á Google, skrivar leitiorðið "_fundamentalisme_" ella "_homosexuelle_",
skimmar funnu skjølini ígjøgnum og markerar tað, ið stuðlar hennara hugsan -
ella vantandi slíka - skiftir til Word og vupti: _modernaða menniskjan er
vorðin serfrøðingur uppá 5 minuttir. _

Eg sat fyri stuttum, í fleiri tímar og hugdi at eini videouppseting, sum
Museum of Tolerance hevði gjørt um "Terror and the Internet" og hóast tað ikki
er lætt at skelka meg, so varð eg skelkaður inn á sálina. Beint áðrenn hevði
eg hugt at dokumentarinum "Ever Again", sum MOT eisini hevur havt ein fingur
við í, við Kevin Costner sum speakara, hesum ræðandi dokumentari um vaksandi
jødahatrið í Evropu, har Norra liggur klárt á odda sum hin mest jødahatandi
tjóðin í Vesturheiminum - ein sera ivasamur heiður.

Ongantíð síðani Erhard Jacobsen, táverandi borgarstjóri í Gladsaxe hava vit
havt nakran lógligan illgruna um, at fjølmiðlarnir verða brúktir sum
propagandu-amboð og so fullkomiliga leggja seg eftir at lýsa tað einu síðuna
av einum máli.

### Fjølmiðlarnir sum propagandaskøkjur

Í dag er hesin illgruni lógligur í Føroyum, men havi eg valt at lata tað fara
framvið. Men, alt hevur eitt mark, eisini misbrúkið av Kringvarpi Føroya, so
tá eisini Mentunartíðindini hjá sjónvarpinum vórðu neyðtikin av Eir í
Ólavstovu til at boða tann ódómliga hatursboðskapin móti teimum kristnu, aftur
fjalt aftanfyri páhaldi um, at tey vildu hjálpa teim samkyndu, tá helt eg, at
markið var nátt - væl og virðiliga.

Tað sum hinvegin undrar meg - tí hatta við Kringvarpinum undrar meg ikki - er,
at Dimma so einsíðað fór inn í "stríðið um §266b", har aftur tey kristnu vórðu
løgd fyri hatur. So langt úti var hetta dimmunar stríð, at eitt mál um
páhildna blóðskemd, har ein ung genta segðist at hava meldað pápan fyri
blóðskemd. Men, tað sum Dimma legði mestan dentin á var, at Jenis av Rana
segðist at hava ein hjáleiklut - sum Dimma gjørdi til høvuðsleiklut - við tí
páhaldi, at hann hevði misrøkt sítt starv sum kommunulækni. Dimma segði, at
teir høvdu fingið innlit í skjøl, sum prógvaðu páhaldið.

### Eitt mál, sum einki mál var, og tó fall dómur

Men hvar fór málið? Og hvat hevði hetta mál yvirhøvur at gera í Dimmu? Og hví
hevði tað einki uppá seg, at Jenis av Rana ongantíð hevði fingið at vita, at
hann var meldaður?

Sjálvt inni á Kjak.fo, har Jenis av Rana annars fær av at vita, fóru tey mest
kritisku eisini at ivast í, hvørt Dimma yvirhøvur hevði nakað skjal ella, at
alt bara var heilaspuni við einum evarska lítlum sambandi við veruleikan. Men
sjálvani: Søgan hóskaði seg væl í kontekstinum! Og konteksturin var at vísa á,
hvussu vandamiklir summir kristnir leiðarir eru, hvussu hyklariskir og falskir
teir eru. Vupti, so varð bundin ein sloyfa á kjakið um §266b og málið um
gentuna, sum hevði meldað pápan og Jenis, hetta uttan at Dimma yvirhøvur helt
tað vera neyðugt at koma við nøkrum prógvum fyri, at nakað var í søguni. Men
Dimma hevði dømt Jenis av Rana sekan!

Sjálvandi kann eg ikki avvísa, at okkurt er um søguna. Men Dimma veit nakað,
sum ikki øll fólk vita: _Øll, eisini Jenis av Rana, eru at rokna sum ósek til
tað mótsætta er prógvað._

_ _

### Vóru fordómar orsøk til passivitet hjá løgregluni?

Hinvegin var eitt annað mál har løgreglan hevði tey seku á silvurfati, men
ístaðin fyri at tulka §266b etiskt, so valdi løgreglan at tulka greinina við
tekniskari óvild. Var tað tí, at Rasmus Rasmussen var samkyndur?

Tað undrar meg at allir løgtingslimirnir valdu at tulka úttalilsi hjá løgguni
sum ein reint tekniskan trupulleika við §266b. Hví er tað eingin sum hevur
hugsað tann tankan, at kanska vísti løggan óvild av teirr einfaldu orsøk, at
_Rasmus var samkyndur?_

Tað er eingin loyna, at danska løgreglan - tvs. tann føroyska, er rættiliga
fongd av rasismutrupulleikum og trupulleikum av løgreglumonnum, sum hava
sterkar fordómar móti m.a. samkyndum.

Eg havi á ungum árum upplivað hvussu slíkir fordómar hjá løgreglumonnum tí eg
hevði langt hár, gekk ílatin sum ein "hasjari" og frá eg var 20 til eg var 27
ár, varð eg útsettur fyri sjikanu tí fordómarnir hjá løgregluni (og ávísum
tollarum) søgdu, at _Jón Ellendersen roynir at smugla hasj._ Oyðiløgd klæði,
niðurgerð frammanfyri stórari fjøld av fólki, forfylgdur av einum kriminal-
løggumanni umborð á "Heklu" frá teirri stund, vit loystu í Keypmannahavn til
vit løgdu at í Havn. Men ongantíð øll tey 7-8 árini funnu teir so mikið sum
eitt milligramm av nøkrum.

Sjálvandi var eg ikki so býttur, at eg smuglaði tá eg visti hvussu teir
hugsaðu.

Sjálvandi eri eg heldur ikki so býttur at eg haldi, at teir hugsa øðrvísi í
dag, tí tað havi eg tíanverri fleiri dømi um frá øðrum, sum hava fingið
stemplið "brotsmaður", eisini fleiri, fleiri ár aftaná, at viðkomandi er
hildin uppat at fremja "kriminelle handlinger".

Fordómarnir hjá løgregluni eru eitt sindur twisted, tí lesbisk konufólk verða
góðtikin, men samkynd mannfólk verða undir ongum umstøðum góðtikin!

--- --- ---  

Jú, eg óttist anti-átrúnaðarliga hatrið, sum leggur sínar svørtu veingir yvir
tað kontinentið, sum fyri fáum árum síðani segði: _Never Again! _Ongantíð
aftur skuldi rasisman, anti-átrúnaðarligt hatur og fanatiskir fordómar leggja
evropeiska fólkið í leinkjur. _Ever Again_!

Postað hevur  [ ToleranceDialog
](https://www.blogger.com/profile/15194984965095384621) klokkan
[20:19](http://tolerancedialog.blogspot.com/2006/11/vit-tilnevna-teg-
terrorist.html) [ Engin ummæli: ](https://www.blogger.com/comment.g?blogID=373
76588&postID=6311593952938635086) [
![](//img1.blogblog.com/img/icon18_email.gif) ](https://www.blogger.com/email-
post.g?blogID=37376588&postID=6311593952938635086) [
![](//img2.blogblog.com/img/icon18_edit_allbkg.gif) ](https://www.blogger.com
/post-edit.g?blogID=37376588&postID=6311593952938635086&from=pencil)

###  [SØGAN UM EINA TOLSEMIS-
HETJU](http://tolerancedialog.blogspot.com/2006/11/sgan-um-eina-tolsemis-
hetju.html)

Fyrstu ferð eg gjørdist varugur við, at eitt var til, sum vit vanliga rópa
"hitt almenna rúmið" ella, sum pedagogikkurin eisini tekur til, "hin almenna
arenain" var, tá eg úr vindeyganum á Kondittarínum sá Andrass í Norðadali
dirigera ferðsluni á Káta Horninum á sínum heimagjørda enska, við álvarsligum
veipingum og knøppum rørslum.

### Næstu ferð var, tá eg, eisini á kondittarínum, knappliga sá einsera
uppøstan mann standa við borðið og við óðari rødd gera mær greitt: "Eg
forbjóði tær at hyggja at mær!" Síðani kúvendi hann og hvarv. Seinastu
mánaðirnar er hann risin úr grøvini, men nú roynir hann at nokta mær at
trúgva, at nýta orð úr trúarmanuali mínum í almenna rúminum. Ja, hann fer so
langt sum at vilja, at orð úr manualinum skulu bannast.

[![](http://photos1.blogger.com/blogger/7013/4197/320/Fallen_Angel.jpg)](http:
//photos1.blogger.com/blogger/7013/4197/1600/Fallen_Angel.jpg)Hendingar eg
nevndi omanfyri vóru báðar læruríkar. Hin fyrra er um, at hóast søgan er
undirhaldandi, so hevði Havnin verið ein stórur ruðuleiki, fóru vit øll at
dirigera ferðsluni eftir okkara egna vilja ella huga, fyri ikki at siga
hjarta.

Hin seinna lærdi meg, at summi seta ómetaliga stór krøv til mín til tess at
tað skal verða mær loyvt at ferðast í almenna rúminum, og tað var einki nýtt í
tí. Við hárinum niður á lendarnar, afganarapelsi, berføttur og annars
rættiliga lítið upptikin av, hvat onnur kravdu ella vantaðu sær av mínum
atburði og klæðnastíli, var eg veruliga ein bjálki í eygunum hjá mongum
havnamanni og bygdamanni. Men ikki so ofta hjá kvinnunum, tí tær eru vanliga
tolsamari.

Hinvegin, so hevði eg sjálvandi mína meining um hvussu onnur vóru og klæddu
seg, men tað blandaði eg meg als ikki uppí, tí eg var 19 ár, treivst væl sum
flippari, ikki um at tala, tá eg samstundis hevði ráð at koyra í einum
spildurnýggjum BMW. Og tað gjørdi tað heila ikki petti betri.

  

### Vanur við happing

Happing var eg so vanur við frá skúlaárunum, tí eg hevði verið álvarsliga
sjúkur og ligið á sjúkrahúsi í eini 4-5 ár longu tá eg var 11 ára gamal. Hóast
tað, so fylgdi eg klassavinunum uppeftir, og einaferð leyp eg ein heilan
klassa um, uttan tó at enda lægri enn uppi í toppinum. Og tað var nakað, summi
als ikki kundu góðtaka, tí álvaratos, vit hava reglar og rætt skal vera rætt
og hann skal ikki halda, at hann ... ... Tíbetur var Nunnuskúlin privatskúli,
so tær gjørdu sum tær høvdu hug til, mær at frama, øðrum til fortreð.

Nú ætli eg mær ikki at undirhalda við øllum tí keðiliga, sum seinni hendi og
hvussu eg noyddist niður á botn, áðrenn veruleikin gekk upp fyri mær, tí tann
søgan er fortald nóg ofta seinast í 70unum. Men, ikki minni havi eg eina ætlan
við hesum, eina sera aktuella ætlan: _ætlan um at seta ljósið á happingina,
sum eingin vil vera við, at tey hava luttikið í_ og tí halda tey fram at happa
tá tey gerast vaksin. Bert er happingin tá broytt til hugin ella viljan til
vald, kontroll ella totalitera ávirkan.

Eg kundi uttan at blunka fari innar í løgtingið og hála buksurnar niður á
fleiri teirra, ið har sita, tvs. avdúka teir sum happarar av versta slagið!
Men, eg kundi eisini víst á onkrar, sum hava verið offur fyri happing og sum
ongantíð hava fingið hvørki uppreisn, stuðul ella afturvinning av
sjálvsvirðingini.

  

### Grov og óndsinnað happing

Grovasta slagið av happing, eg sjálvur havi verið vitni til var einaferð niðri
í Trónargøtu, uttanfyri Expressvask. Tríggir dreingir tóku ein annan drong,
sum var minni og sum eg visti, var sjúkur. Teir tveir hildu honum meðan hin
triðji fór upp á trappuna og pissaði beint niður í høvdið á ofrinum, meðan
teir flentu hart og sjónliga høvdu stóra njóting av tí, teir høvdust at.

Eg ivist ikki í, at tá happararnir lesa hetta, minnast teir hendingina sera
væl, tí so grova happing fremja hálvvaksin børn hóast alt ikki.

Síðani tann dagin havi eg undrast yvir, hvat tað er fyri ein løgin trá ella
megi í menniskjanum, sum fær hana at gera tílíkt móti einum meðmenniskja.
Svarið er ikki einfalt, og hevur tað bæði við tað, Hannah Arendt nevnir
_banalan óndskap_ at gera, men eisini við hvat veruliga býr í sjálvum
menniskjanum og hvat menniskjan veruliga er før fyri í bólkasamanhangi.

  

### Ein hetja í Klubbagarðinum

Ein av teim betri søgunum er úr Klubbagarðinum fyrst í 70unum tá eg varð
álopin av einum 4 HB'arum, tí eg hevði spælt einum av teimum eitt minni
sámuligt puss. Men teir høvdu ætlanir um at løna tað aftur við rentum og væl
afturat, allir uttan tann, sum pussið gekk útyvir. Og tá allarharðast leikaði
á, gjørdi hann ikk matari enn at skræða teir allar 4 til viks, hjálpa mær upp
og so fóru vit báðir ein biltúr í BMW'inum hjá mær.

Tann ungi maðurin var Finnur Helmsdal, sum eg hevði nápað nakrar øl frá. Men
ístaðin fyri revsing, sum hinir hildu vera rætta loysnin, bjóðaði Finnur mær
at ballast. Annars minnist eg bara, at vit endaðu heilt norðuri við
byrgingina, sum júst var gjørd um Streymin. Og hetta havi eg aldri gloymt
Finnur fyri og havi mangan sannað, at tá hann tosar um at hjálpa minni mentum,
kemur tað frá hjartanum og er ikki bert politiskt høsnatos.

  

### 2. PARTUR

Eingin fær meg at siga, at tað bert eru kristin, ið hava hjarta á røttum stað.
Hetta varð so sanniliga staðfest í løgtinginum, 07. november, tí so verða bert
tveir litir eftir, sum mála tilverunar margfeldi: svart og grátt.

### Nei, tíbetur er tilveran enn full av hendingum, sum framvegis fáa meg at
undrast.

[![](http://photos1.blogger.com/blogger/7013/4197/320/my_eye.jpg)](http://phot
os1.blogger.com/blogger/7013/4197/1600/my_eye.jpg)Nú havi eg so fingið eitt
aftrat at undrast yvir: Tá Annita í løgtinginum í gjár legði uppskotið fram,
hoyrdi eg hana ongatíð, ikki einaferð nýta eitt einasta neiligt orð um onnur
ella "hini", tvs. tey, sum ikki taka undir við uppskotinum. Nei, ístaðin var
niðurstøða hennara, at _hon var sannførd um, at heldur ikki tey, sum atkvøddu
ímóti, á nakran hátt ynsktu, at tey samkyndu vórðu happað, heldur
tvørturímóti._

Eg eri sannførdur um, at aftanfyri avgerðini hjá Annitu á Fríðriksmørk um at
leggja uppskotið um broyting av §266b, liggur eitt heiðurligt hjartað
aftanfyri, eisini hóast eg sjálvur haldi, at tað ikki er rættasti vegurin at
hjálpa teimum samkyndu.

Upplivilsi við Finnur í Klubbagarðinum fekk meg at undrast yvir nakað annað:
_hvussu kundi ein menniskja handla so ósjálvsøkið_? Hetta upp móti
upplivingini í Tróndargøtu, hava givið mær nógv amboð og ført meg inn á vegir,
eg fyri 30 árum síðani aldri hevði droymt um. Í dag eri eg tó glaður fyri, at
eg ikki droymdi ov nógv, tí mangt er vorðið øðrvísi.

### Løgtingsmenn happa eisini

Lat meg líka viðmerkja, at sjálvandi havi eg lært og upplivað meiri og annað
enn tað, sum hendi í Tróndargøtu og í Klubbagarðinum, og sjálvandi havi eg
hoyrt onnur í løgtinginum sagt orð, sum eg goymi sum perlur í einum
gullskríni, uttan mun til um tey eru kristin, ateistar, ideologiskt ditt ella
datt o.sfr. Men, eg havi sanniliga eisini hoyrt nógv ósannindi og óhugnalig
orð av tingsins røðarapalli. Eitt dømi er tá ein javnaðarmaður, ein Jokari fór
upp og skuldsetti Jenis av Rana - móti betri vitan - fyri at hava sagt, at
tey, sum atkvøddu fyri, fóru til Helvittis, og stóð hetta fullkomiliga í
ansøgn til hugburðin hjá td. Annitu. Men, ungdómurin ger nógv býtt og
bráðræsi, eisini Jokarin og eg ímyndi mær, at hann hevur ein ógvuliga ringan
smakk í munninum av at fólk minnast hann sum hin, sum nýtti happing sum vápn í
sínum - helst vælmeinta - bardaga móti júst happing.

Sama vápn nýtti hann einaferð móti Tobba, tá hann fyri opnum sjónvarpsskíggja
bilti Føroya fólki inn, at Tobbi var lopin upp á borðið, til reiðar at leypa á
hann (Jokarin), hetta hóast hann visti, at hann segði ósætt. Góði Jokari,
stutt verður tín politiska karriera, kunnu hini tingfólkini ikki líta á, at tú
eisini vilt teimum væl, sum eru tíni mótstøðufólk. Annars er lítið í orðunum
um "at vera móti happing av øðrum", sum td. samkyndum. At vera Jokari er ikki
tað sama sum at vera Judas. Eyðmýkt (og tað skal koma frá mær) hevur 1.000
ferðir longri livitíð í politikki enn hatta showið.

  

### Finnur ikki æviga friðaður

Upplivingin í Klubbagarðinum er tó eingin ævigur sáttmáli um, at eg so eri
samdur við Finni um alt, minni enn so. Tað, Finnur segði í ÚF í gjár, áðrenn
tingfundurin var liðugur, haldi eg vera nakað við síðuna av veruleikanum.
Finnur nýtti orðið _deyðasynd_ um tað, at børn úr kristnum heimi spældu
fótbólt, tá vit vóru ungir, og síðani nýtti hann orðið deyðasynd fleiri
ferðir.

Men eg skal líka minn á, at orðið _deyðasynd _ikki er eitt føroyskt, kristi
hugtak, og neyvan hevur tað verið nýtt av øðrum enn katolikkum og so fólki,
sum hava vilja lagt eyka dent á eina søgu ella á eina glepsu. Deyðasynd er og
var eitt katólskt hugtak, sum yvirhøvur ikki hevur verið nýtt í lutherskum
høpi. Onkur svipsari kanska, men ikki meiri.

  

### Totaliterir samkomuleiðarar ???

Síðani tosaði Finnur um "hesar nýggju samkomuleiðararnar" sum krevja, at øll
samkoman ella allur bólkurin, hevur somu meining um ávís evni, og her meinti
hann helst við tey samkyndu. Aftur her má onkur misskiljing hava sníkt seg
inn, tí eg kenni onga av teimum vanligu samkomunum, har leiðararnir krevja -
tíansheldur royna at trumfa ígjøgnum, at øll hava eina og somu meining, heldur
ikki har, sum Jenis gongur á møti, tí har eru tað onnur, ið ráða fyri borgum.

Kanska er onkur av teimum smærru, heldur minni hóvsomu bólkunum, sum hava ein
slíkan samkomupolitikk, men hvørki í Ebenezer, Oasuni, Heimamissiónini,
Hvítusunnusamkomunum, Samkoman í skúlanum í Hoyvík, í Lívdini (sum ikki er ein
samkoma) ella Soli deo Gloria eru slíkar fariseariskar lógir galdandi, og tað
hevði eisini verið rættiliga óvanligt, tí Jesus sjálvur krevur ongastaðni, at
øll skulu hugsa og meina tað sama.

  

### Finnur, tú mást tosa við ritstjóran

Hinvegin segði Finnur nakað, sum órógvaði meg! Tá útvarpsmaðurin áhaldandi
spurdi, um tað fór at verða bannað at nýta orðini í 3. Mósebók 20:13 "Liggur
maður hjá øðrum manni, sum ligið verður hjá kvinnu, so hava teir báðir gjørt
viðurstyggiliga gerð; teir skulu lata lív ...." svaraði Finnur drálandi: "JA!"
og helt hann, at tey kristnu máttu velja sær onnur orð, ið ikki vóru so
niðrandi.

Men her fer Finnur eftir skeivum manni! Skulu orðini broytast, so er tað Gud,
tosast skal við, tí hetta eru orðingar, Móses fekk boð frá Gudi um at at
niðurfella. Tað vil siga, at einki menniskja kann revsast ella lastast fyri at
sitera orðini eins og tú heldur ikki kann revsast fyri at sitera Mein Kampf.
Orðini skulu vera tíni egnu, annars er einki høpi í og hugsunar-, talu- og
skrivifrælsið verður traðkað undir fótum.

Hinvegin, so er Jesus Kristus fullkomnari lógarinnar og hevur vald - og givið
okkum vald - at fyrigeva synd, ikki at revsa synd við at steina tey ella
okkurt annað. So í veruleikanum er ongin orsøk hjá okkum at nýta hesi orð, sum
hoyra til hin Gamla Sáttmálan meðan vit, sum í dag liva, eru partar av Nýggja
Sáttmálanum, sum hevur Náði og Fyrigeving sum "høvuðsrevsing". Hvussu Gud
dømir, um vit hinvegin bróta lóg hansara, er hansara søk, ikki okkara.

So Finnur, tú verður noyddur at skriva eitt bræv til Guds og kjakast við hann
um hatta.

  

### Dimma spælir lagið hjá Fogh

Dimma fer í blaðnum í dag undir framhaldið av skránni, teir helst hava tikið
upp eftir gurunum hjá sambandsflokkinum í DK, Anders Fogh-Rasmussen um, at tað
andaliga, ella "religiøsa" ikki skal fylla so nógv í almenna rúminum. Orðingin
hjá Dimmu er henda: "Í dag hevur tað eydnast átrúnaðarligu politisku kreftunum
við Miðflokkinum á odda, at seta dagsskránna í øllum politiskum spurningum, ið
hava ein etiskt/moralskan vinkul. Tá er tað Bíblian, ið avgerð hvat er rætt og
hvat er skeivt at seta í føroyska lóg. Tey, ið ikki eru samd við Miðflokkin
fáa at vita, at tey stríðast ímóti Guðs orði, eitt tungt argument í føroyskari
mentan. . . . Tí bendir alt á, at politisku Føroyar - áðrenn farið verur
víðari í málum, sum hesum - verða noyddar at taka eina uppgerð við
kristindómin og Bíbliuna. Um ikki annað fyri at staðfesta hvussu bókstavliga
Bíbliunnar orð skulu takast í okkara lógarsmíði".

### 3. PARTUR

### Hóast Dimma í mongum føri er eitt frálíkt blað, so haldi eg, at Dimma
fylgir ov illa við í tí, sum hendir rundanum okkum, í hinum ósjónliga heiminum
har etikkur, filosofi, hin skapandi hugsanin og tað konstruktiva búleikast.

[![](http://photos1.blogger.com/blogger/7013/4197/320/jewstar.jpg)](http://pho
tos1.blogger.com/blogger/7013/4197/1600/jewstar.jpg)Ja, illa fylgir gamla
Dimma við í etisk-filosofiska kjakinum uttanlanda (tað er jú útlandið, vit
javnan fáa at vita, at vit skulu fylgja) har filosoffar, antropologar v.fl.
siga, at tað er sunt fyri Evropu, at átrúnaðurin er farin at fylla meiri og
meiri í almenna rúminum, tí kristintrúgvin er hvussu víkir og vendir
grundarlagið undir demokratinum, sosialu vælferðini, sjúkrarøktini v.m. og
ikki, sum Andreas Petersen ger krav uppá, Javnaðarflokkurin. Ella, kanska vit
kunnu snúgva tí eitt sindur og siga, at tað eru tey kristnu í
Javnaðarflokkunum, sum hava drigið flokkin við inn í upplýsingina og
menningina á økinum.

Hinvegin, so er tað eitt páhald, at tey kristnu ynskja sær at føroyskar lógir
skulu smíðast eftir Gamla Testamenti. Tann tíðin er farin! Hon hvarv tá Jesus
kom. Men Dimma gloymir, at tað er eitt fleirtal í tinginum, sum játtar seg sum
persónliga kristnan og ikki bert kultur-kristnan, sum onnur vilja vera við, at
tey í sín part eru. Tað er ikki orðingin hjá Jenis ella nøkrum øðrum sum er
avgerandi, men tað, at so nógvir tingmenn hava kristnu trúnna sum útgangsstøði
eins og bæði tey kultur-kristnu og tey ikki-religiøsu hava sína trúgv ella
hugmyndafrøði. Tað sama hevur oddagreinskrivarin í Dimmu.

Tað er ein heiðurlig søk at avnota Gud

Hví ikki siga sum er, at tað er andstygdin ella mótviljin móti Bíbliuni,
Jesusi Kristi og læru hansara, sum er orsøkin. Eg meini so við, vit hava jú
trúarfrælsi, so tað er eins lógligt at avnokta Gud sum at játta hann, báðir
partar eru fyri lógini eins. Summi hava einki ímóti, at ein hægri autoritetur,
í hesum føri Gud, vegleiðir teimum í, hvussu tey skulu liva, vera móti øðrum
o.sfr. meðan onnur ikki vilja hava annan autoritet enn seg sjálvan, tvs. tey
eru trúgvandi humanistar, tí tey seta evni homo sapiens hægri enn Gud. So
einfalt er tað, og tað er eingin orsøk at fjala seg aftanfyri okkurt annað.

Eg sigi fyri meg: Eg havi størri virðing fyri einum heiðurligum ateisti enn
einum ullintum kultur-kristnum, tí hesin seinni tykir mær antin feikur ella
illoyalur.

### Logikkurin hjá Finni er sveimandi

Journalisturin fortaldi finni, at ein løgfrøðingur hjá landsfelagnum hjá
samkyndum í DK hevði sagt, at §266b yvirhøvur onki hevði gagnað teimum
samkyndu í DK, tí dómstólarnir treyðugt vildu nýta greinina. So í veruleikanum
var einki komið burturúr.

Finnur var ósamdur við løgfrøðingin hjá teimum samkyndu. Eg meini, hvar er
logikkurin??? Tá greinin skal eitast at betra umstøðurnar hjá teimum samkyndu,
men ein løgfrøðingur hjá teimum sigur, at greinin onki gagnar, TÁ havi eg hug
at geva teimum rætt sum siga, at her býr okkurt annað undir enn umsorgan fyri
teimum samkyndu.

Er tað eitt bíligt slag af stemmufiskiskapi??

Er tað ein bíligur møguleiki at vinna ávísum persónum neisir við at fáa bæði
føroyingar og umheimin at "síggja hvussu ótolsamir, anti-demokratiskir og Gud
viti hvat", hesir persónar eru?

  
Heimagjørda Evropasøgan hjá Andreas P.

Ella er tað bert ein bíligur møguleiki at fylgja í fótasporum Anders Fogh-
Rasmussens, so ávísir bólkar av kristnum, sum verða skýrd alt frá
fundamentalistum til Talebanar, við eini sera ódámligari samanbering við
hópdrápsmenn. Ja, sjálvasti Hitler og propagandaráðharri hansara, Goebbels,
hava eisini verið nýttir sum penslar at mála Jenis, Bill og aðrar við so
eingin skuldi vera í iva um, at hesir menn eru óndir, vandamiklir og hava
eittans mál: At undirleggja Føroyar Gamal Testamentligar lógir, har alt frælsi
er skert, samkynd verða fongslað og annað ódámligt svans. Andreas Petersen
gjørdi nógv burturúr, tá hann "told-a-story" um Týskland í 30unum, sum bæði
var ófullkomin og í førum beinleiðis skeiv.

Øll, Andreas Petersen, øll menniskju í Evropu høvdu tá longu í fleiri enn 50
ár hoyrt søguna um, hvussu vandamiklir jødarnir vóru, at teir høvdu ábyrgdina
av depressiónini, at teir høvdu samansvorið seg um at taka allan heimin av
ræði og seta Gamla Testamentligar lógir inn í staðin fyri demokratiið. Júst
sami retorikkur, sum í dag, í Føroyum verður nýttur um ein ávísan bólk av
kristnum!

###

Hitler var demokratiskt valdur, gloym ikki tað

###

Nei Andreas Petersen, einki hendi tað knappliga, at støðan broyttist. Fólkið
var væl og virðiliga preparerað og týska fólki gav Hitler valdið, ja, Hitler
varð demokratiskt valdur eins og ávísir persónar, sum vilja leggja tey kristnu
í Føroyum undir at vera talebanar, fundamentalistar, at nýta goebbelskan
retorikk o.sfr. o.sfr. - teir eru eisini demokratiskt valdir. Men trupulleikin
er vorðin tann, at teir, sum rópa allarharðast um talebanar og
fundamentalistar sjálvir ikki virða demokratiið.

Finnur segði, at ávís orð í Bíbliuni skuldu bannast í Føroyum! Høgn Hoydal
segði, at enn var eingin totaliter partídisciplin í flokkunum - ikki enn,
legði hann dent á.

  
Bíblian ER liðugt skrivað!

Men, tá Finnur Helmsdal, oddagreinskrivarin í Dimmu ella onnur vilja sleppa at
blanda seg uppí hvussu tey kristnu tulka og skilja Bíbliuna, tá loypir ketan
veruliga av. Tað er sum at lata sambandsmenn sleppa framat at siga
tjóðveldismonnum hvussu teir skulu tulka og skilja stevniskránna hjá flokkinum
og vice versa. Nú eri eg ikki mótstøðumaður av Bíbliukritikki sum so, men tá
fólk við ateistiskari trúgv vilja sleppa at læra kristin, hvussu Bíblian skal
tulkast og skiljast, tá haltar tað veruliga við góðtakiligum argumentum. Júst
tá renna orðini "sum fjandin tulkar Bíbliuna" fram fyri meg.

Er tað ikki hinvegin komið til tað tíð, har Dimma og onnur skilja, at tú ikki
kanst lóggeva ella seta reglur fyri, hvørt tingfólk nýta orð sum Gud, Himmal
ella Frelsu o.sfr., tí tá ert tú farin at pilka við tað mest grundleggjandi í
samfelagnum: trúðar-, hugsunar-, skrivi- og talufrælsið. Sjálvt
Mannarættindadómstólurin í Haag hevur staðfest, at tað er eitt álop á hetta
frælsi, tá prestar, prædikumenn ella onnur kristin verða drigin í rættin fyri
at sitera Bíbliuna.

  
Frælsið verjur EISINI Dimmu

Tað er júst hetta frælsi sum ger, at Dimma sjálv ikki langt síðani er drigin í
rættin fyri at loyva útspillandi tilfari og at eggja til útspilling ella
avmarking av frælsinum hjá teimum kristnu. So, hetta er eitt dýrkeypt frælsi,
eisini hjá oddagreinskrivaranum.

Men, tá tað er sagt, so skal eisini sigast, at eisini Dimma noyðist at meta
um, hvørt intellektuella støðið hjá einum persóni er viðvirkandi til, at
viðkomandi kanska málber seg klossut, óhóskandi ella fordømandi. Øll orð sum
særa, eru ikki ætlaði at særa.

½ sannleikar og 1/4 lygnir

Seinasta skotið á trøllatrænum eru hesi orðini í Sosialinum: "Ein av
ræðumyndunum, ið hevur verið brúktur ímóti at broyta mannamunsgreinina til at
umfata kynsligan samleika, er at í Svøríkið verður greinin brúkt til at bannað
Guðs orð, hetta er bara ikki veruleikin".

Her má onkur vælvilja misskiljing vera farin fram, tí mær vitandi hevur hetta
ikki verið ført fram. Tað, sum ført hevur verið fram er, at ein prestur hevur
verið ákærdur fyri at nýta sítt trúarfrælsi til m.a. at sitera Bíbliuna. Men
hægstirættur slepti málinum tí teir vórðu ávaraðir um, at
Mannarættindardómstólurin fór at undirkenna dómin, um Hægstirættur dømdi
mannin sekan. Men mær vitandi stendur okkurt um júst henda prestin í
Sosialinum í dag, 08. november.

Her heimi heldur jabbi og jagstranin á við einum fullkomiliga forskrúvaðum
retorikki um prestastýri, talebanar og Gud viti hvat, alt til tess at sláa
fast í føroysku fólkasálina - ella kanska var tað innara svínið - at tey
kristnu eru skaðilig, anti-demokratisk, vilja taka frælsið frá tær og noyða
teg undir eitt prestastýri a la Khomeini.

---- --- ---

Uttan at siga meiri, tí tað er ógjørligt at teppa sjálvvaldar moralistar tori
eg tó at siga, at intellektuella støði er bottom-down-low! Men tað var støði í
Der Stürmer eisini. Munurin er bert, at tá vóru tað jødarnir sum vóru heimsin
illmenni. Í dagsins útgávum av Der Stürmer eru tað tey kristnu. Tað
syrgiligasta er tó, at menn, sum eg havi havt ómetaliga stórt virði fyri, eru
hoppaðir við á Stürmer tokið.

Postað hevur  [ ToleranceDialog
](https://www.blogger.com/profile/15194984965095384621) klokkan
[14:36](http://tolerancedialog.blogspot.com/2006/11/sgan-um-eina-tolsemis-
hetju.html) [ Engin ummæli:
](https://www.blogger.com/comment.g?blogID=37376588&postID=116317049722035281)
[ ![](//img1.blogblog.com/img/icon18_email.gif) ](https://www.blogger.com
/email-post.g?blogID=37376588&postID=116317049722035281) [
![](//img2.blogblog.com/img/icon18_edit_allbkg.gif) ](https://www.blogger.com
/post-edit.g?blogID=37376588&postID=116317049722035281&from=pencil)

[Nýrri færslur](http://tolerancedialog.blogspot.com/) [Eldri
færslur](http://tolerancedialog.blogspot.com/search?updated-
max=2006-11-10T14:36:00Z) [Heim](http://tolerancedialog.blogspot.com/)

Gerast áskrifandi að: [Færslur
(Atom)](http://tolerancedialog.blogspot.com/feeds/posts/default)

## Um Bloggin

[ ToleranceDialog ](https://www.blogger.com/profile/15194984965095384621)

[Skoða allan prófílinn
minn](https://www.blogger.com/profile/15194984965095384621)

[ ![](//img1.blogblog.com/img/icon18_wrench_allbkg.png) ](//www.blogger.com/re
arrange?blogID=37376588&widgetType=Profile&widgetId=Profile1&action=editWidget
&sectionId=sidebartop)

## INNLAGT

  * [ ▼ ](javascript:void(0)) [ 2006 ](http://tolerancedialog.blogspot.com/search?updated-min=2006-01-01T00:00:00Z&updated-max=2007-01-01T00:00:00Z&max-results=3) (3)
    * [ ▼ ](javascript:void(0)) [ nóvember ](http://tolerancedialog.blogspot.com/2006_11_01_archive.html) (3)
      * [VIT TILNEVNA TEG "TERRORIST"](http://tolerancedialog.blogspot.com/2006/11/vit-tilnevna-teg-terrorist.html)
      * [SØGAN UM EINA TOLSEMIS-HETJU](http://tolerancedialog.blogspot.com/2006/11/sgan-um-eina-tolsemis-hetju.html)
      * [VÆLKOMIN Á BLOGGIN hjá N. Jón Ellendersen](http://tolerancedialog.blogspot.com/2006/11/vlkomin-bloggin-hj-n-jn-ellendersen.html)

[ ![](//img1.blogblog.com/img/icon18_wrench_allbkg.png) ](//www.blogger.com/re
arrange?blogID=37376588&widgetType=BlogArchive&widgetId=BlogArchive1&action=ed
itWidget&sectionId=sidebar)

[![Powered By Blogger](https://www.blogger.com/buttons/blogger-simple-
white.gif)](https://www.blogger.com)

[ ![](//img1.blogblog.com/img/icon18_wrench_allbkg.png) ](//www.blogger.com/re
arrange?blogID=37376588&widgetType=BloggerButton&widgetId=BloggerButton1&actio
n=editWidget&sectionId=footer)

  *[14:36]: 2006-11-10T14:36:00Z
  *[20:19]: 2006-11-10T20:19:00Z

